Pallborðsfundur á skúladeplinum í Suðuroy

Næmingar á miðnámi á skúladeplinum í Suðuroy skipa fyri pallborðsfundi onsdagin 21. august kl. 12. Øll eru vælkomin!

Evnini, ið verða viðgjørd, eru:

–       Útbúgving og starvsmøguleikar eftir loknað útbúgving

–       Ætlan fyri Suðuroynna – vinna og trivnaður

–       Umhvørvispolitikkur, ítøkiligar ætlanir

Valevnir frá ymisku flokkunum luttaka.

Vónandi síggjast vit!

Næmingar á miðnámi í Skúladeplinum í Suðuroy. 

Facebook viðmerkingar