í menning- fleiri serlæknar settir

Tá ið vit tóku við á heysti í 2015, var komið at mørkum í sjúkrahúsverkinum. Serliga var tað serlæknatrotið, sum var sera álvarsamt og ein hóttan fyri okkara heilsutænastur og tilbúgving.

Eitt tað fyrsta, vit settu okkum fyri var at taka serlæknatrotið í álvara. Fyrst við at hækka árligu játtanina munandi, og síðani við at seta serliga pulju av til rekrutering av serlæknum.

Og tað hevur eydnast. Vit hava í dag munandi fleiri serlæknar  enn, tá ið vit tóku við. Svarandi til ein vøkstur uppá uml. 25%

Hetta merkist millum annað á lungaøkinum, í psykiatriini og barnapsykiatriini, á barnadeildini, á hjartaøkinum, á stofskiftisøkinum, røntgenøkinum o.ø. Og vit hava eisini fingið eina pínuklinikk í Føroyum.

Við hesum kunnu vit veita fleiri viðgerðir. Hetta sæst aftur í stóra virksemisvøkstrinum. Og tað sæst eisini aftur í, at vit nú kunnu gera meira í Føroyum.

Tá ið vit arbeiða miðvíst við rekrutering, so mugu vit eisini seta starvsfólk til tær funktiónir, sum eru knýttar at serøkjunum. Tað merkir, at sjúkrarøktarfrøðingar, skrivarar og onnur skikkaði starvsfólk mugu fylgja við. Og tað merkir eisini at eitt nú fleiri kanningar vera gjørdar. Og tað skulu starvsfólk til. Øll kunnu ikki bara renna skjótari, tí tað er nógv at gera hjá starvsfólkunum frammanundan.

Tí er tað gleðiligt, at samlaði starvsfólkahópurin nú øktur. Og júst hesum viðvíkjandi so skilji eg als ikki kjakið um, at ov nógv starvsfólk eru sett í tí almenna. Tað kann ikki vera heilsuverkið man meinar við, ha ? Hvørji starvsfólk skulu vit ikki hava ? Hvørjar tænastur eru óneyðugar ? Og hvussu ætlar man at fáa mannað upp á teimum økjum, sum vit enn hava avbjóðingar á ? Tí tað hava vit. Tað eru framvegis týðandi øki, har vit mangla bæði serlæknar og heilsustarvsfólk við ymiskum fakligum førleikum.

Vit vilja hava eitt trygt og gott heilsuverk. Tí vilja vit eisini halda fram við at menna  heilsuverkið og at rekrutera serlæknar so vit  kunnu manna upp har mangul enn er. Og hetta skal síggjast sum eitt av átøkunum í eini røð at betra um heilsuverkið. Tí vit eru ikki komin á mál, men tey átøk, sum vit hava framt gera, at vit eru væl á veg.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar