Suðuroyarportalurin í nýggjum hami

Í nátt hevur Suðuroyarportalurin fingið nýggjan ham.

Portalar mugu alla tíðini fylgja við tíðini og tøknini og er tað ein partur av orsøkini til at vit hava dagført Suðuroyarportalin nú.

Seinast vit dagførdu var 2. mai í 2011, so tað er hent nógv síðani tá.

Vit fara á nýggju útgávuni at hava eina leinkju til gomlu tíðindini, so tit kunnu fara inn har um tit leita eftir eldir tíðindum.

Tað er okkara vón at nýggja útgávan av Suðuroyarportalinum verður væl móttikin.

Manningin á Suðuroyarportalinum.

Facebook viðmerkingar