Skrivstovulærlingur til Svend Krosstein

Størv

P/F Svend Krosstein leitar eftir lærlingi, ið brennur fyri avbjóðingum innan handilsyrkið.

Vit leita eftir tær sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving.

Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S&K.

Um teg:
Tú hevur HH ella FHS prógv. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

http://starvsportal.fo/job/skrivstovulaerlingur-svendkrosstein/

Facebook viðmerkingar