Venjing í Sumbiartunlinum

TILBÚGVING: Seinnu árini hevur Landsverk regluliga skipað fyri venjingum í tunlum. Millum annað hava venjingar verið í Árnafjarðartunlinum, Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum í sambandi við at tilbúgvingarætlanir er gjørdar fyri hesar.

Í gjárkvøldið millum kl. 17 og 20 var so venjing á fyrsta sinni hildin í Sumbiartunlinum. Tað var ein persónbilur og ein vøruvognur við kemikalium í lastini, sum stoyttu saman inni í tunlinum. Óhappið var umleið 200 metrar frá tunnilsmunnanum lopransmegin, og fýra fólk fingu skaða.

Tað er Landsverk, ið hevur ábyrgdina av at skipa fyri slíkum felags venjingum í tunlunum kring landið, og endamálið við venjingunum er at royna samstarvið og samskiftið millum teir ymisku partarnar. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini í gjár vóru Suðuroyar syðra sløkkilið, Suðuroyar sunnara bjargingarfelag, Politiið, Sjúkraflutningstænastan og Landsverk. Harafturat vóru eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú at viðgera eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Facebook viðmerkingar