Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini?

Eftir ein javnan lítlan fólkavøkstur árini frammanundan kom ein vend í fólkatalið í Føroyum miðskeiðis í 2009. Hetta var um tað mundi, tá ein altjóða fíggjarkreppa gjørdi um seg og eisini fekk avleiðingar fyri føroyska búskapin. Tilflytingin fór at minka og fráflytingin bara øktist. Hóast talið av eldri fólki vaks javnt og samt, so minkaði fólkatalið í Føroyum, tí enn fleiri av tí unga ættarliðnum fluttu av landinum.

Hetta vant uppá seg, so í miðlum og millum fólk fór man at tosa um “Exit Føroyar” ella “Farvæl Føroyar”, og ilt var at síggja, hvussu gongdin kundi vendast. Tann stóra skeiklingin millum ung og eldri ættarlið, sum av álvara gjørdi um seg í kreppuni fyrru helvt av 1990-unum, eins og ójavnin í kynslutfallinum í fólkatalinum, tyktist bara at verðsna.

Henda gongdin helt fram til einaferð um árskiftið 2013-14. Tá kom vend í. Serliga tí at fráflytingin fór at minka, og síðani fór tilflytingin at vaksa. Longu í 2014 var tilflytingin farin upp um fráflytingina, og fólkatalið fór at vaksa.

Nú varð ikki longur tosað um “Exit Føroyar” men “Enter Føroyar” – ikki “Farvæl Føroyar” men “Vælkomin Føroyar”.

Síðani er fólkatalið bara vaksið við stórari ferð ár eftir ár.

Í hesum yvirliti lýsa vit, hvussu hetta 10-ára tíðarskeiðið við so ymiskari gongd, fólkaminkingini 2010-2014 og fólkavøkstrinum 2014-2019, hevur verið úti um landið, í ymisku landspørtunum, kommununum og ikki minst í nógvu bygdunum, teim smáu og teim stóru, teimum í miðøkjunum og teimum í útjaðaranum.

Lesið meiri her

Facebook viðmerkingar