Hava sprongt 130 av 2.500 m. í Hvalbiartunlinum

Arbeiðið at sprongja nýggja Hvalbiartunnilin gongst sum ætlað.

Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, sigur við in.fo, at nú eru tey komin einar 130 metrar inn í fjallið. Hann sigur, at fjallið hevur verið eitt sindur ringt at fáast við hesar fyrstu metrarnar, men slíkt er ikki annað enn tey kunnu vænta.

Jón Sigurdsson sigur, at enn verður arbeitt eftir eini tíðarætlan sum sigur, at tey eru liðug at bora næsta summar, men so tekur tað eisini eina tíð at gera tunnilin lidnan.

Gongst sum ætlað, verður tunnilin liðugur at taka í nýtslu í fyrsta ársjfjórðingi í 2021, ella um hálvtannað ár.  

Bora verður úr Hvalba og suður eftir, men í Trongisvági eru tey eisini farin at gera klárt vegin til tunnilsmunnan har.

Tilsamans eru eini 40 fólk í arbeiðnum upp á nýggja Hvalbiartunnilin, skrivar in.fo.

Facebook viðmerkingar