Contrazt á Dansibandsfestivalin 2020

Danisbandsfestivalurin í Vági avdúkaði í sendingini Upp á tá í gjárkvøldið fyrsta navnið til Dansibandsfestivalin í 2020. Og eru vit sera fegin um at norsku Contrazt komandi ár leggja leiðin til Føroyar, til Vágs at spæla á Dansibandsfestivalinum.

Contrazt er eitt av spennandi dansibands-nøvnunum í Norra Contrazt varð stovnað í 2004 og hevur síðani verið fastur gestur á dansibandspallum í øllum Norðurlondum og komandi ár gongur leiðin so til Vágs.

Contrazt eru mannaði av:
Gro Anita Dybendal, sang
Leif Dybendal, gittar og sang
Kay Ronny Brobakken, trummur
Svein Morten Haugerud, tangentar og saksefon
Hans Olav Trøen, bass

Dansibandsfestivalurin í Vági er í døgunum 1. til 3. mai 2020.

Forsølan av atgongumerkjum til Dansibandsfestivalin byrjar í oktober og verður meiri at frætta um hetta í næstum.

Dansibandsfestivalurin í Vági

Facebook viðmerkingar