Nýtt reinsiverk til Brekkugerðar Vatnfelag

Vágs kommuna: Í mai mánað varð Brekkugerðar Vatnfelag endaliga yvirtikið og við tí fór eisini seinasta privat vatnfelag í Vágs kommunu í søguna.

Onki reinsiverk varð knýtt at Brekkugerðar Vatnfelag og av somu orsøk verða brúkarar, sum fáa drekkivatn frá gamla Brekkugerðar Vatnfelag bidnri um at kóka vatnið.

Síðan í mai hevur verið arbeitt við loysn og nú er nýtt reinsiverk bílagt, sum verður sett upp við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag. Í farnu viku vóru starvsfólk á teknisku deild hjá Vágs kommunu og fingu kunning um reinsiverkið, sum er bílagt í Danmark.

Nú verður so farið undir at gera økið við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag klárt til at seta upp reinsiverk. Gongst sum ætlað verður reinsiverkið sett upp í november.

Facebook viðmerkingar