Sera væl eydnað tilflytarakvøld

Tíðindi

Ónskvøldið 22. November, skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri tilflytarakvøldi, har frálíka Seglloftið varð valt sum karmur.

Sum ein liður í virðis- visjónstilgongdini hjá Tvøroyrar Kommunu, er stungið út í kortið, at tilflytararnir skulu meira á dagsskránna. Hvør einasti tilflytari, óansæð hvaðani hann/hon kemur, hevur okkurt við sær, ið kommunan kann gagnnýta til gleði fyri verandi- og nýkomnar borgarar.


Kvøldið byrjaði kl. 19:00, við at Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk hjá kommununi, bjóðaði vælkomin. Prátið gekk fyri seg á enskum, tí nakrir av nýggju borgarum okkara, duga ikki føroyskt. Virkandi borgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, tók síðani orðið og avdúkaði m.a. eitt kunningarhefti, ið kommunan hevur latið úr hondum . Heftið er sera hent hjá nýggjum borgarum, tí miðað hevur verið ímóti at svara øllum spurningum, ið kunnu hugsast at stinga seg upp, tá ein flytir til eitt nýtt stað. Heftið finst bæði í enskari og føroyskari útgávu.

Klaksvíkingurin Eyðun Nolsøe, ið fyri nøkrum árum síðan flutti til Tvøroyrar, legði rødd til nøkur framúr góð løg, inn ímillum røðurnar. Eyðun, við sínum positiva lyndi, greiddi eisini frá hvat hann helt um at búgva á Tvøroyri og var tað ein fragd fyri ein tvøramann at hoyra.

Marina Popovic flutti til Tvøroyrar, úr Serbia, at spæla flogbólt. Fyrst til Miðvágs, síðan til Tvøroyrar at spæla við TB, har systir hennara, Maja, eisini leikti á sinni. Marina bar fram røðu, og hevði bara gott at bera Tvøroyri og tvøráfólki. Opin, glað og spyrjandi fólk, segði hon. Nancy Steinkross úr Ghana, ið giftist til Tvøroyrar fyri nøkrum árum síðan, var somuleiðis sera, sera glað fyri at vera her. Báðar høvdu okkurt lekkurt við til góman á teimum vitjandi, ið tær sjálvar høvdu gjørt – okkurt, ið tær vanliga gjørdu í teirra heimlondum.

Sum eitt festligt innslag, tók vikarierandi presturin á Tvøroyri, Henning Bøgesvang, eisini orðið. Hann rósti kommununi fyri at skipa fyri tílíkum tiltaki – hetta var hugkveikjandi og nakað, ið onnur eisini áttu at gjørt. Hann nýtti eisini høvið til at bjóða nýggju borgarunum at vera hjartaliga vælkomnir í kirkjuna.

Stuttligt at var at síggja hvussu góð uppmøtingin var. Uml. 45 fólk vóru møtt. Fólk úr m.a. Ghana, Grønlandi, Teilandi, Filipsoyggjunum, Danmark og øðrum føroyskum kommunum, vóru, saman við familju, vinum og kenningum, møtt upp fyri at vita hvat var á skránni.

Tvøroyrar Kommuna vil takka øllum teimum, ið møttu upp og samstundis senda eina serliga tøkk til Nancy, Marinu og Eyðun, fyri at gera hetta kvøldið til nakað heilt serligt. Tøkk skal eisini fara til Henning Bøgesvang, fyri sítt stuttliga innslag.

Í framtíðini fara fleiri tiltøk/tilboð at verða á skránni fyri tilflytarar okkara og vónandi kunnu vit gera okkara til, at hesi koma at kenna seg væl í okkara vakra býi.

Facebook viðmerkingar