Trivnaðurin í arbeiðslívinum

Skeiðið “Trivnaður og arbeiðsgleði” verður í Suðuroy 1. november.

Skeiðið snýr seg um:
– Hvussu økist trivnaðurin?
– Hvat eyðkennir góða samskiftið?
– Hvat skapar motivatión?
– Hvussu sigi eg frá?
– Hvat skapar arbeiðsgleði?

Vit gera eisini smáar testir um persónsmenskur (typir). Hesar viðvirka, at vit skilja betri okkum sjálvi og onnur, ið vit arbeiða saman við. Testin vísir eisini, at vit sum typir samskifta á ávísan hátt, og at vit motiverast á ein ávísan hátt.

Skeiðið er ætlað øllum, sum halda evnini omanfyri tykjast kveikjandi ella viðkomandi.

Skeiðshaldarar eru Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari, sosialráðgevi og Master í positivari sálarfrøði og Marjun Eystberg, HR-leiðari, Master í leiðslu og prosessleiðari. Báðar hava tær drúgvar arbeiðsroyndir innan alskyns starvsfólkaviðurskifti og undirvísa javnan um eitt nú hesi evni.Á skeiðnum oysa tær út av royndum sínum.

Skeiðsdagurin kostar kr. 2.500 + mvg við máltíðum.

Skeiðsdagurin verður á Fjarlestrardeplinum í Vági og kostar kr. 2.500 + mvg við máltíðum.

Um tit eru fleiri frá sama arbeiðsplássi, fáa tit sjálvsagt avsláttur.

Tilmeldinger á input@input.fo í seinasta lagi 23. oktober 2019.

Facebook viðmerkingar