Christmas Child skógvaeskjur í Meinigheitshúsinum

Seinnapartin ídag, kl 17 verður opið í Meinigheitshúsinum, har til ber at lata inn Christmas child skógvaeskjurnar. 

Skráin er stutt, har vit syngja tveir sangir, áðrenn eina stutta andakt verður hildin. Og so verður enda við 3 sangum og bøn, áðrenn boðið verður til ein kaffimunn, saft og okkurt afturvið.

Um ein ivast hvat kann fara í eskjurnar, og um hvussu hesar skulu pakkast, so ber til at síggja tað á hesi leinkjuni HER!

Seinni í hesi vikuni, verða allar eskjurnar í Suðuroynni savnaðar saman, og fingnar til Havnar, har allar verða pakkaðar saman og síðani sendar av landinum.

Meinigheitshúsið sigur at øll eru vælkomin á gátt ídag, og væntandi er tiltakið liðugt seinast kl. 17.40.

Facebook viðmerkingar