Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum

Vøksturin í fólkatalinum á 938 fólk, sum var í ársskeiðinum 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019, er størstur í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, í Vágum og í Tórshavnarøkinum. Hálvt so stórur er vøksturin í Norðoyggjum, Streymoyarøkinum uttan høvuðstaðin og í Suðuroy. Í Sandoyar sýslu stendur mest sum í stað.

403 aftrat í høvuðsstaðnum og 275 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoy við 275. Síðan koma Vágar við 91fólkum, Norðoyggjar við 75, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 55 fólkum og Suðuroy við 47 fólkum. Í Sandoyar sýslu eru 3 fólk komin aftrat.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,5%, Eysturoy við 2,4% og síðani Tórshavnarøkið við 2,1%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar og Streymoyarøkið annars við 1,2% hvør og Suðuroy við 1,0%. Tann sera lítli vøksturin í Sandoyar sýslu svaraði til 0,2%.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein veksandi part av fólkavøkstrinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minkandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.719 fólk, ið er knappliga 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 275 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 20.019 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er knappliga 39% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.204 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 74 fólk svarar til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Vágum búgva 6% av fólkatalinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkatalinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var 5%.

Leggjast kann aftrat, at burðaravlopið var negativt í Sandoyar sýslu, t.v.s. at fleiri doyði enn tað vóru fødd. Í Suðuroy var lítið og onki burðaravlop, og eftir fólkatalinum var burðaravlopið í Norðoyggjum, roknað eftir fólkatalinum, minni enn helvtin av burðaravlopinum í Eysturoy, Vágum og Streymoyarøkinum sum heild.

Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Seinasta ársskeiðið síggja vit tó ein ávísan fólkavøkstur í Suðuroy, men vísandi til ójøvnu gongdina har tey seinastu árini, har tað hevur skift millum vøkstur og minking, uttan at fólkatalið enn er komið upp um tað, sum tað var 1. januar 2014, fara komandi mánaðir at vísa, um framgongdin hetta seinasta ársskeiðið verður meira varandi enn vit higartil hava sæð.

Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 409 fólkum, Runavíkar við 111 og Klaksvíkar við 85. Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Merkisverd er ymiska gongdin í teimum báðum kommununum í Norðoyggjum, har Viðareiði minkar við 21 fólkum, svarandi til 5,8%, meðan Hvannasund veksur við 10, svarandi til 2,5%.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 3,4%, Runavíkar kommunu við 2,8%, Eiðis kommunu eisini við 2,8% og Eystur kommunu við 2,1%.

Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,9%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,4%.

Í Vágum veksur Sørvágs kommuna við 3,1%, og í Suðuroy veksur Tvøroyrar kommuna við 2,0%.

Merkisverd er ymiska gongdin í teimum báðum kommununum í Norðoyggjum, har Viðareiði minkar við 21 fólkum, svarandi til 5,8%, meðan Hvannasund veksur við 10, svarandi til 2,5%.

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum, óbroytt í trimum og minking í 6. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.


Vøkstur í stóru oyggjunum, flestu útoyggjar halda tørn
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum og ein lítil vøkstur í Sandoy.

Í útoyggjum er merkisverdur vøkstur í Svínoy, úr 26 upp í 32 fólk. Hinar halda tørn uttan Skúvoy, ið minkar við 3 og Hestur við 1.

Facebook viðmerkingar