Lesandi atgongd til hølir um jólini

Vágs kommuna: Eins og undanfarin ár, kunnu lesandi um jólini ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.


Nógv lesandi koma heim at halda jól, men vanligt er, at próvtøkur eru bæði áðrenn og aftaná jól, Friður er kanska ikki altíð heima til at savna seg um lesnaðin ella próvtøku-uppgávuna, men hendan friðin finnur tú á Fjarlestrardeplinum.

Vit bjóða útisetum vælkomnum heim at halda jól og bjóða samstundis lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti (eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc), og allir hentleikar lesandi annars hava tørv á, t.d. internet, printari / kopimaskina, og so framvegis.

Tey, sum hava áhugað í at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost adressu: vagur@vagur.fo ella leggja leiðina framvið á Kommunuskrivstovuni í Vági.

Facebook viðmerkingar