Eldrafimleikur í Vági

Fríggjadag kl. 10.00 er eldrafimleikur í Vágs høll

Tilboðið er fyri menn og kvinnur eldri enn 65 ár, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman.

Endamálið við venjingini er at betra javnvágina og at økja styrkina og heilsustøðuna til tess at geva vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja fall og lívsstílssjúkur.

Vanliga verður fyrst hitað upp. Síðani eru ymisk spøl ella venjingar, har dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.

Óneyðugt er at tekna seg, tað er bara at møta upp í Vágs høll.

Veri í klæðum, sum egna seg til at røra seg í. Hvør einstakur ger sjálvur av ferðina og kunnu venja í samráð við Fysioterapeutum og Ergoterapeutum

Facebook viðmerkingar