Pál-lánara kortini galdandi árið út

Vágs kommuna: Tá Páls Høll varð bygd varð eisini í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa gjørd crowd-funding skipan, sokallaði Pál-lán, har fólk kundu taka lán í Suðuroyar Sparikassa á 10.000 kr. og lata lánsupphæddina sum stuðul til byggingina av Páls Høll. Afturfyri at verða stuðlar til byggingina av Páls Høll fingu Pál-lánarar eitt árskort til húskið í 4 ár.

Í oktober í ár eru tað 4 ár síðani Páls Høll varð tikin í nýtslu, og skuldu Pál-lánara kortini gingið út nú. Men Vágs kommuna hevur gjørt av, at Pál-lánara kortini verða galdandi árið út, tvs. til 31. des. 2019.

Frá ársbyrjan 2020 verður nýggj gjørd nýggj prísskipan, sum eisini fer at fevna um familjuhald og verður meiri at frætta um hetta seinni.

Facebook viðmerkingar