Fulltrúi til Fíggjardeildina

Størv

Glasir søkir eftir fíggjarfulltrúa til figgjardeildina, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til eitt ár. Um tíðin og umstøðurnar tala fyri tí, kann talan gerast um eina fasta setan.

UPPGÁVUR:

  • Lønarumsiting
  • Ráðgeving í sáttmálaviðurskiftum og setanum
  • Leggja fíggjarætlanir saman við fíggjarleiðaranum
  • Gera framrokningar av lønarútreiðslum
  • Taka lut í øðrum arbeiði á fíggjardeildini

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:

  • Hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring
  • Góðan kunnleika til Búskaparskipan Landins, herundir lønarskipanina
  • Kunnleika til sáttmálaviðurskiftir
  • Góðan telduførleika og hollar royndir við forritinum Excel
  • Góðan málsligan førleika
  • Samstarvsevnir, evni at arbeiða sjálvstøðugt og tillaga teg til broytingar

UM GLASIR
Í samanleggingini av trimum skúlum í ein eru vit í einari broytingartilgongd, har vit byggja upp ein nýggjan stovn, sum flytir í nýggja bygningin í Marknagili á sumri í 2018. Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við uml. 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Á Glasi bjóða vit yrkisútbúgvingar, gymnasialar útbúgvingar, hægri útbúgvingar og skeið av ymsum slagi. Sum fíggjarfulltrúi fært tú, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ein týðandi leiklut í, at skipa arbeiðið á fíggjardeildini og at stýra samlaðu játtanini á Glasi.


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

http://starvsportal.fo/job/fulltrui-til-figgjardeildina/


Facebook viðmerkingar