Jólatræið í Vági verður tendrað fríggjadagin

Jólatræið í Vági verður tendrað fríggjadagin 29. november kl. 17:00.

Tvøroyrar Hornorkestur spælir og eisini luttekur Frelsunarherurin við sangi og tónleiki. Anna Maria Erlingsdóttir Jacobsen flytur fram røðu.

Jólamenn koma við pakkum til børnini.

Aftaná tiltakið eru øll hjartaliga vælkomin í húsið hjá Frelsunarherinum til kakao og bollar.

Facebook viðmerkingar