Skulu sigla eina ferð um samdøgrið um verkfall verður

Í gjár varð á Suðuroyarportalinum spurnartekin sett við, hvørt Smyril verður lagdur um so er, at Starvsmannafelagið fer í verkfall.

Á SSL vísa tey í morgun á, at tað í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum er ein grein, sum ásetur, at um so er at verkfall verður, so skulu skipini á øllum farleiðum – eisini um Suðuroyarfjørð – sigla í minsta lagi eina ferð um samdøgrið. Tað vil siga, at um Starvsmannafelagið fer í verkfall, so verður siglt í minasta lagi ein túr aftur og fram um Suðuroyarfjørð.

Ásetingin um minimumsigling er í §45a í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum:

§ 45a Minimumsigling.
Í samband við arbeiðssteðg binda partarnir seg til at lata skipini á øllum farleiðum sigla minst einaferð um samdøgrið. Sigling í Kalsoynna, í Sandoynna og til Nólsoyar skal tó verða minst 2 ferðir um dagin í 21 dagar. Aftan á tað skulu partarnir verða samdir um framhaldandi sigling.

Stk. 2. Útoyggjar eru undantiknar skerjingini í siglingini samb. stk. 1. Undantakið er galdandi fyri leiðirnar 58 og 66.

Stk. 3. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av arbeiðinum.

Stk. 4. Sigling smb. Stk. 2. verður lønt við tímalønini (ásett í §5) x 1.5, fyri í minsta lagi fyri 4 tímar hvørja ferð.

Stk. 5. Ásetingin um sigling smb. stk. 1, er galdandi

Facebook viðmerkingar