Bindiklubbabókin 6 er komin

Tíðindi

So er Bindiklubbabókin hjá skúlanæmingum í Hvalba komin í handlarnar kring landið. Hesu ferð eru tað 7. og 8. flokkur, sum standa fyri útgávuni. Ágóðin av søluni fer til eina uttanlandsferð fyri báðum flokkunum.

Í bókini er nógv tilfar bæði handaligar uppskriftir og matuppskriftir, men eisini eru nógvar áhugaverdar greinar, t.d. skrivar Gurli Strøm eina sera áhugaverda grein um útgrevsturin á Krambatanga.

Rúna Berg skrivar um arbeiði sítt sum djórapassari í Noregi, har hon m.a. ansaði úlvum.

Rósa Hammer greiðir frá sínum ári sum AFS´ari í USA, og Elma Mortansdóttir Næs hevur prátað við abba sín, Manna, um tíðina, hann arbeiddi í Føroyingahavnini, og Ronja Rúnadóttir sigur frá sínum upplivingum, tá ið hon var á rithøvundaskeiði í Svøríki.

Fleiri aðrar áhugaverdar greinar eru at lesa og prát við nógv ymisk fólk – bæði ung og gomul.

Til stuttleika kann nevnast, at Óli Jákup í Skorti vísir myndir av, hvat hann hevur gjørt sær sum hjálp, tá ið hann kloyvir seyðarhøvdini og sagar hornini av teimum.

Bókin er sera væl uppsett við nógvum góðum myndum í.

Facebook viðmerkingar