Jólakonsert í SALT leygardagin

Verið vælkomin við til ársins jólakonsert í Salt við Jórunn Gudmundsen og bólki. Konsertin verður leygardagin 14. des. kl. 20.

Jórunn Gudmundsen er 26 ár og úr Sandavági.
Hon hevur seinastu árini verið virkin á føroyska tónleikapallinum og hevur útgivið fleiri stakløg. Nú kemur hon við bólki í Salt, har tey saman fara at fáa okkum øll í jólahýr, tá tey fara at tulka kendar jólasangir.

Sjálv spælur hon guitar og syngur, og við sær á pall, hevur hon Magna Husgaard á klaver, James Olsen á trummum, Høgna Fagraberg á guitar og John Johansen á bass.

Atgongumerki fáast á:
https://saltsiloin.atgongumerki.fo/webshop/event/1058080/order/main
og við dyrnar.

Facebook viðmerkingar