Kroner og Møller til TB

TB hevur í dag skrivað undir sáttmála við Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kroner.

Rasmus er 19-ára gamal miðverji og kemur úr 2. deildarfelagnum Frem. Hann hevur eina fortíð á ungdómsliðnum hjá FCK og eisini á U19-liðnum hjá FCK. Rasmus hevur eisini roynt seg á bæði U16 og U17 landsliðnum hjá Danmark.

Sebastian Kroner er eisini 19 ára gamal. 1.85 m langi verjuleikarin kemur eisini úr Frem og hevur hann eisini spælt fyri U19-liðið hjá B93.

Á myndini standa teir saman við nýggja venjaranum hjá TB, ið eisini hevur staðið fyri at fáa samband til spælararnar.

Facebook viðmerkingar