Ferðsluvanlukka kravdi mannalív

Tíðindi

Seint mánakvøldið fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp við Drelnes í Líðini á Tvøroyri. Ein bilførari koyrdi móti Trongisvági, tá hann rendi á ein pela og bilurin fór av vegnum. Beinanvegin varð maðurin, sum var einsamallur í bilinum, fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús. Men stutt eftir varð staðfest, at maðurin var deyður.

Talan er um ein 41 ára gamlan mann úr Vági.

Facebook viðmerkingar