Talgilt málspæl til tey allar yngstu

Føroyska spælið “Hey Breyð” er nú tøkt til teldlar og fartelefonir. Spælið er ætlað at menna málið hjá teimum allarminstu, men eldri kunnu eisini vera við.

Bina og Broddi hava ein bóndagarð í Vakradali, og børnini læra tey fyrstu orðini gjøgnum rím og við at kanna alt tað, sum Bina og Broddi takast við.

Tá børnini nerta við ymisku lutirnar, hoyra tey, hvussu tað eitur, og tey eldru kunnu lesa orðini. Til ber at spæla umaftur og umaftur, og soleiðis koma at kenna orðini ordiliga væl.

Upprunin til appina er ein hugskotskapping hjá Tórshavnar kommunu um appir at stimbra máltøku og málmenning hjá heilt smáum børnum. 19 hugskot vóru við í kappingini og vinnari gjørdist felagið Gaman við hugskotinum “Hey Breyð”. Seinni varð ein formlig avtala gjørd millum kommununa og Gaman um menning av spælinum. Nú hálvtannað ár seinni er spælið tøkt hjá øllum at spæla.

Í Gaman eru Julius Biskopstø, Marin Kamban, Hans Jacob Østerø, Elinborg Osvaldsdóttir, Jóhann Østerø, Páll Brim og Ólavur Ellefsen. Harumframt hava Sóley Biskopstø, Torkil Einarsson Kamban og Birna Einarsdóttir Kamban lagt røddir inn. Spælið verður framhaldandi ment og betrað.

Spælið er tøkt á App StoreGoogle Play og Amazon App Store og kostar 35 kr.

Facebook viðmerkingar