31 næmingar lidnir á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Leygardagin endaði heystskeiðið 2017 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og var hetta 3. skeiðið, síðan Ítróttaháskúlin byrjaði á heysti 2016.


Tilsamans 31 næmingar í aldrinum 15 til 25 ár úr øllum Føroyum, Danmark og Onglandi vóru á heystskeiðinum 2017.

Skeiðið eydnaðist framúr væl og kom hetta eisini til sjóndar, tá næmingar úr Danmark fluttu fram røðu og m.a. eisini róstu føroyska gestablídninum.

Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri skúlan, at øll í nærumhvørvinum eru við til at skapa eina trygga og góða kenslu kring skúlan og næmingarnar á Ítróttaháskúlanum. -Og hetta eru tey sera takksom fyri.

15. januar 2018 byrjar várskeiðið á Ítróttaháskúlanum og verður skeiðið væntandi fullteknað, sigur Guðmundur Joensen, sum er ovurfegin um stóra áhugan at koma á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar