Vágbingur skipari á Avataq, størsta fiskiskip í Grønlandi

Í gjár kom nýggi trolarin Avataq til Nuuk. Avataq er størsta fiskiskip í grønlendska flotanum og vágbingurin Tordar Dimon er skipari.

Avataq fór í morgun sín fyrsta rækjutúr og við á hesum fyrsta túrinum eru 30 mans. Ein stórur partur av manninginum hendan fyrsta túrin eru teknikkarar, sum skulu royndarkoyra teknisku útgerðina hjá skipinum. Seinni, tá tekniska útgerðin er royndarkoyrd og skipið er klárt til longri túrar, fer manningin at telja 25 mans, sigur Tordar Dimon.

Okur gleða okkum sera nógv til at sleppa ígongd og royna alla framkomnu teknisku útgerðina umborð á skipinum, sigur Tordar Dimon.

Avataq er 82,3 metrar langur og 18 metrur breiður og er størsta fiskiskip í grønlendska flotanum. Avataqskal formliga doypast á Mentunarnáttini í Nuuk við Atlantkajen tann 18. januar kl. 13. Og eftir dópin er fólk vælkomin umborð á Avataq frá kl. 15 til kl. 19.

Tordar Dimon úr Vági er skipari á Avataq

Facebook viðmerkingar