Dánjal Martin Hofgaard til EM í Prag

Í morgun fóru róðrarfólk úr Føroyum til EM í Prag og við á ferðini er eisini Dánjal Martin Hofgaard úr Vágs Kappróðrarfelag.

Umframt Dánjal Martin Hofgaard úr Vágs Kappróðrarfelag, so fara Sarita K. Hansen, Róðrarfelagið Knørrur, Elsa Magnussen, Kappróðrarfelagið NSÍ, og Bergur Dam Hensen, Kollafjarðar Ítróttarfelag til EM í Prag.

Danjal Martin skal rógva leygarmorgunin millum kl. 8 og kl. 9, og um um tað verður stroymað frá EM, so verður kunnað um hetta her á Suðuroyarportalinum.

Facebook viðmerkingar