Jaligt orðaskifti um Suðuroyartunnilin

Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskot um at seta stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Orðaskiftið hevur verið merkt av, at løgtingslimir sum heild taka undir við at Suðuroyartunnilin skal gerast. Stórur partur av løgtingslimunum er tosa eisini um at Suðuroyartunnilin sjálvsagt skal gerast í framhaldi av Sandoyartunlinum.

Ivasamt er um undirtøka er fyri at seta á stovn partafelag sum skal gera Suðuroyartunnilin, men greitt er, at tað sum heild er ein vilji í Løgtinginum fyri at seta meiri ferð á fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin.

Stóri spurningurin verður nú hvussu framhaldandi gongdin verður í málinum um Suðuroyartunnilin; eitt mál sum hevur so sera stóran týdning fyri Suðuroynna. Hesin spurningur er ikki greiður enn.

Facebook viðmerkingar