Ársins fyrstihjálpari tilnevndur í morgin

Reyði Krossur hevur aftur í ár fingið fleiri uppskot til Ársins Fyrstahjálpara, og í morgin, mikudagin 5. februar, verður Ársins Fyrstihjálpari 2019 tilnevndur.

Endamálið við at tilnevna Ársins Fyrstuhjálpara er, at heiðra tey, ið hava útinnt holla og lívbjargandi fyrstuhjálp og at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp, sigur Reyði Krossur.

Í morgin, klokkan 15 fer formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, at greiða frá innkomnu uppskotunum og kunngera tey trý fyrstu plássini.

Øll tey tilnevndu fáa eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi og blómur frá Betri Trygging, meðan ársins fyrstihjálpari eisini fær eina peningaupphædd, ið verður handað av Ingun Eiriksdóttir, forstjóra í Betri Trygging.

Tiltakið verður í hølunum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6.

Facebook viðmerkingar