SUÐUROYAR HESTAFELAG Í GRØNUDALI

Suðuroyar Hestafelag varð stovnað í 2005 við tí endurmáli at fylkja øll reiðfólk í Suðuroy og stimbra áhuga fyri og dugnaskap við rossum.

Í tráð við hesum hevur felagið havt eina ætlan um at ogna sær øki til rossahald í Suðuroy. Í 2015 fingu vit játtan um at yvirtaka gomlu smoltstøðina í Grønudali og eftir eini longri tilgongd hava vit í 2019 yvirtikið hús og undirliggjandi øki uppá 6000 m2 frá Bakkafrost, skrivar Suðuroyar Hestafelag.

Staðið skal geva møguleika fyri rossaáhugaðum í Suðuroy at ogna sær egið ross og hava ross í góðum umstøðum. Tað skal vera karmur um virksemi innan ítriv og ítrott við rossum og soleiðis fer tað at gerast ein miðdepil fyri reiðfólk í Suðuroy.

Hevur tú hug at stuðla Suðuroyar hestafelagi og Grønudali?

Gerst limur í Suðuroyar Hestafelagi!

Tú kanst skriva mail til shf@sudurross.fo . Limagjald er kr. 200 um árið.

Facebook viðmerkingar