Missiónsvika í Hvalba

Myndina hevur Eyðfinn Debes tikið

13.-16. februar verður missiónshúsið í Hvalba karmur um árligu missiónsvikuna í bygdini. Møtir verða hvørt kvøld kl. 20.00 uttan sunnukvøldið, tá møtið verður kl. 18.00.

Hóskvøldið luttekur Orðið á borðið við talu og sangi.

Til møtini koma eisini gestir úr Skopun.

Tað eru Elisabeth Leo og Jógvan Lamhauge, sum koma at tala fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið syngur Sumbiarkórið og leygarkvøldið syngur Mansbólkurin.

Sunnudagin kl. 12.30 hevur Sverri Steinhólm prestur guðstænastu við altargongd í Hvalbiar kirkju.

Sverri talar eisini til møtið sunnukvøldið. Tá luttekur streingjakórinum í Porkeri við sangi, innsavnan verður til missiónsarbeiðið og nátturði verður at fáa aftaná møtið.

Hini kvøldini verður ein drekkamunnur at fáa

Øll eru hjartaliga vælkomin ? 

Facebook viðmerkingar