Agnavík til Bakkafrost í Hvalba

Týsdagin var Agnavík, ið er nýggjasta tvíkiljan frá KJ, handa til Bakkafrost. Og eftir at manningin hevði roynt bátin á fjørðinum, í fagrasta veðri, var kósin sett til Hvalbiar, har Agnavík skal hava heimstað, og kemur at virka.

Agnavík er 18 metur til longdar, er 8 metur breið, hevur ein 65 tons/metur Palfinger krana og 15 tons KJ dekksspæl, umframt nógva aðra útgerð, motorarnir umborð eru IVECO – Agnavík er nýbyggningur nummar 54 hjá KJ – í løtuni eru tríggjir arðir nýbyggningar kontraktaðir, og í gerð.

Facebook viðmerkingar