Broyting í skránni ” Desember í Vági” viðv. Bókaframløguni í Miðlatúni

Vegna serligar umstøður er bókaframløgan, við Høgna Mohr, útsett til sunnudagin 10/12-2017 kl. 14

Høgni fer at siga nøkur orð um nýggju bókina Fractura Nasi, sum hann gav út fyri stuttum, og vísa nakrar myndir frá ferðini. Eisini verður møguleiki fyri at seta spurningar.

Suðuroyar Heimavirki í Vági selir bókina til serprís, í Miðlatúni henda dagin, og høvundurin signerar eftir ynski.

Dagfinn Olsen fer at framføra nøkur løg.

Tiltakið er ókeypis – møtið fjølment!

Vágs Býarbókasavn

Facebook viðmerkingar