Syngja jólini inn í Sandvík

Tíðindi

Ónskvøldið kl. 19.00 verða jólini sungin inn í Sandvíkar kirkju.

Ólavur á Váli kemur at syngja, og Amy Thomsen kemur sum vant við Lusiugentunum úr Hvalba.

Við urguna situr Henning Niclasen.

Aftaná verður ein góður drekkamunnur í Ranhøll.

ØLL eru hjartaliga vælkomin í kirkjuna.

Facebook viðmerkingar