Føroyska verkætlanin “ABC fyri sálarliga heilsu” umrødd í kendum vísindaligum tíðarriti

Fyri stuttum kom grein í vísindaliga tíðarritinum, “Lancet Public Health”, har ABC-átakið í m.a. Føroyum er lýst, sum ein møguliga burðardygg heilsufremjandi verkætlan fyri sálarliga og sosiala heilsufremjan.

Fyri trimum árum síðani sjósetti Fólkaheilsuráðið verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu”. Verkætlanin, sum arbeiðir fyri at stimbra fólki at taka lut í virksemi, ið mennir sálarligu heilsuna at menna síni sosialu sambond og at fremja virksemi, sum gevur meining, umframt at seta virksemi í verk, sum livir upp til ABC-boðskapin. Verkætlanin hevur verið ein sólskinssøgu uttan samanbering. Í dag eru um 25 ymiskir samstarvsfelagar úr føroyska samfelagnum, sum arbeiða saman við Fólkaheilsuráðnum at menna sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá føroyingum. ABC-konseptið er niðurfelt sum høgt raðfestingarøki í heildarætlanini fyri sálarliga heilsufremjan, sum varð handað Heilsumálaráðnum í 2018.

Føroyska ABC-átakið er áður nevnt fleiri ferðir í útlendskum miðlum og er lagt fram á útlendskum ráðstevnum, m.a. í Avstralia, sum dømi um eina heilsufremjandi verkætlan, sum er sett í verk í einum heilum samfelagi. Fyri stuttum kom grein í vísindaliga tíðarritinum, “Lancet Public Health”, har ABC-átakið í m.a. Føroyum er lýst, sum ein møguliga burðardygg heilsufremjandi verkætlan fyri sálarliga og sosiala heilsufremjan.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðum, sigur, at tað er júst breiði, almenni og einkulti ABC-boðskapurin, sum ger verkætlanina serstaka, fólksliga og samlandi. Hann fegnast um, at verkætlanin í Føroyum nú eisini verður tikin fram av øðrum sum ítøkiligt dømi um sálarliga og sosiala heilsufremjan í sterkum vísindaligum tíðarriti. Tað eru danskir, avstralskir og spanskir granskarar, sum hava skrivað greinina, sum kann lesast her.

Fólkaheilsuráðið

Facebook viðmerkingar