Almennur fundur um íbúðarætlan í Vágs kommunu

Mánadagin 9. mars verður almennur fundur um íbúðarætlan í Vágs kommunu.

Á fundinum verður framløga av ætlan um at byggja íbúðir í Vágs kommunu. -Ein ætlan, sum fevnir um at byggja íbúðir í ymiskum støddum, soleiðis at tað verða íbúðir bæði til familjur, til pør og til støk. Ætlanin fevnir eisini um eldraíbúðir.

Íbúðarætlanin fevnir um at byggja íbúðir á tveimum ymiskum støðum í kommununi, soleiðis at til ber at velja íbúð, har stutt fjarstøða er til tænastur í býnum – og tilber at velja íbúð, sum hevur gott útsýnið.

Á almenna fundinum verður høvið at skriva seg upp til íbúð. Harumframt verður eisini møguleiki at skriva seg upp til eldraíbúð – og fer Vágs kommuna í mars eisini at gera kanning um tørvin á eldraíbúðum í Vágs kommunu.

Almenni fundurin verður í skúlahøllini í Vágs Skúla mánakvøldið 9. Mars kl. 19. Í samband við fundin verður eisini bjóðaður ein kaffimunnur og okkurt gott afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar