Allir hondbóltsdystir fyribils útsettir

HSF.fo: Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur.

Hondbóltssamband Føroya mælir somuleiðis feløgunum til at steðga allari venjing í umrødda tíðarskeiðnum.

Facebook viðmerkingar