Corona-hagtøl: 159 smittaði, 70 frísk, 85 sjúk í løtuni

Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3637 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

70 føroyingar frískir
Í løtuni eru í alt 70 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Sostatt eru seks føroyingar afturat staðfestir frískir seinasta samdøgrið.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Facebook viðmerkingar