TB FER AT HAVA ONLINE BINGO

Nógv eru tey, ið sakna at kunna fara á bingo.

Hetta letur seg ikki ordiliga gera enn, men vit í TB hava sett okkum fyri, at stytta hesum góðu fólkum um stundir inntil “ordiligt” bingo verður aftur, samstundis sum vit kunnu forvinna nøkur kærkomin oyru til felagsvirksemið!

Vit fara tí at gera eina roynd við at hava bingo á internetinum. Vit fara at gera tað soleiðis, at sunnudagin 19. apríl -2020 Kl.17:00 fara vit at senda beinleiðis frá hølum okkara við Stórá, har tølini verða trekt til bingospælið.

Til ber at keypa sær 6 plátur fyri 60,- kr. ella 12 plátur fyri 100 kr. og ØLL kunnu verða við, óansæð hvar í landinum ein er. Tey, ið ynskja at vera við í spælinum, kunnu bíleggja plátur, við at flyta peningin á konto 9181-1694903 hjá TB og senda okkum kvittan fyri pláturnar, saman við navni á viðkomandi og eitt telefonnummar á teldupost 1892bingo@gmail.com.

TB sendir síðan teldupost við plátunum í, ið brúkarin so má printa út og krossa av á. (Pláturnar eru í PDF-formati) Í Suðuroynni ber eisini til at fáa pláturnar koyrdar út, í pappírsformi. Øll kunnu vera við, einasta treyt er at vit hava fingið kvittan fyri flyting.

Vit spæla um eina rekkju, tvær rekkjur og bingo. Vinningarnir hesaferð eru allir gávukort úr FK kring landið: 1 rekkja = gávukort á 250, 2 rekkjur = gávukort á 350 og heil pláta = gávukort á 600. Hevur tú vunnið, skalt tú ringja á tlf. 252610 alt fyri eitt. Vinnarin lesur plátunummarið upp, ið sæst niðast til vinstru á plátini og vit seta hátalaran frá, meðan vit eftirkanna tølini. Tað er bert tann eini vinnarin, ið fyrst ringir inn, til hvørt spælið – hevur tann, ið ringir inn, skeiv tøl, verður hildið fram við spælinum.
Tá spælini eru liðug, verður lutakast millum keyptu pláturnar og hepni vinnarin fær eina Kaffi/Espresso maskinu, virði 3.200 kr. Vinningarnir verða koyrdir út í Suðuroynni dagin eftir og vit syrgja eisini fyri at senda vinningar norðeftir.

Vit vóna inniliga at fólk taka væl ímóti tiltakinum og ynskja at verða við. Vit fara at gera okkara fyri, at tøknin er sum hon skal, tá vit senda beinleiðis sunnudagin.

Kunning: Vit senda beinleiðis frá hølunum hjá TB, við Stórá í Trongisvági. Vit senda frá síðuni hjá TB á Youtube her https://bit.ly/2VxIoy9 og leinkið verður eisini deilt á síðu okkara á Facebook her https://www.facebook.com/groups/49963574865 – leinkið verður sjónligt uml 20 minuttir áðrenn bingo byrjar. Tølini verða trekt talgilt og koma at síggjast á skerminum aftanfyri upplesaran, ið eisini kemur at siga tølini hart. Tá vinnarin ringir inn, verða plátunumrini eftirkannaði á aðrari teldu, ið eisini er til staðar í hølunum, og vinnarin fær boð beinanvegin, um rætt er. Plátunumrini síggjast niðast til vinstru á hvørjari einstakari plátu.
FREIST AT KEYPA: Útkoyring = leygarkvøldið kl. 20:00. Oline = sunnudagin kl. 15:00.

MINNIST TIL at endurinnlesa síðuna (uppdatera) um tit ikki síggja leinkið til beinleiðis sendingina. Leinkið er fyrst sjónligt, tá vit byrja at senda.

Facebook viðmerkingar