FabLab-ini hava framleitt fleiri enn 1.100 hjálmagluggar

Vágs kommuna: Fyri góðum 2 vikum síðani fóru FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali undir at framleiða smittuverju útgerð, sonevndir hjálmagluggar, sum verja t.d. starvsfólk ímóti at blíva smittaði av corona.

Tina Grønbech Tausen er leiðari á FabLab í Vági og greiður hon frá, at tey hesar gott og væl 2 vikurnar hava framleitt fleiri enn 1.100 hjálmagluggar, og bara í gjár fóru umleið 350 hjálmagluggar út frá FabLab í Vági og FabLab á Kambsdali.

Vit hava framleitt hjálmagluggar til eina røð av fyritøkum og stovnum, alt frá koyrilærarum til vælveru-klinikkir av ymiskum slagi, til trolarar, og vit hava eisini framleitt hjálmagluggar til Sjúkrahúsverk Føroya. Vit valdu frá byrjan at framleiða til øll tey, sum hava tørv á hjálmagluggum í mun til í Danmark, har donsku FabLab’ini bara framleiða til heilsustarvsfólk, sigur Tina – og leggur afturat, at hetta var eitt miðvíst val, tí vit vilja eisini virkað fyri at samfelagið so við og við kann latast meiri upp í tráð við tilmælini frá myndugleikunum.

Umframt á FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali, so verða hjálmagluggar eisini framleiddir av privatum, sum eiga 3D-prentara.

Facebook viðmerkingar