Heilt fá pláss eftir til várskeiðið á Ítróttaháskúlanum

Fyrst í desember var heystskeiðið 2017 liðugt og eydnaðist skeiðið stak væl og næmingarnir fóru av Ítróttaháskúlanum við nógvum ríkum upplivilsum. Tilmeldingarnar til 2018-skeiðini streyma inn og nú eru bara 3 pláss eftir til heystskeiðið 2018.

Sum heild er áhugin at koma á Ítróttaháskúlan í Suðuroy sera stórur, sigur Guðmundur Joensen. Longu nú eru nógvar tilmeldingar til heystskeiðið 2018, og sum nevnt, so er várskeiðið næstan fullteknað.

So um nakar ætlar sær á Ítróttaháskúlan í januar – skeiðið byrjar 15. januar 2018 – so mugu tey melda til skjótast tilber, tí bara heilt fá pláss eru eftir.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Ítróttaháskúlanum www.his.fo

Facebook viðmerkingar