Onki foreldragjald á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu í ein mánað

Vágs kommuna: Á býráðsfundi mánakvøldið 27. apríl varð samtykt, at øll fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu í samband við at dagstovnaøkið hevur verið afturlatið ella skert orsaka av corona-tiltøkunum í landinum.

Í ein góðan mánað, frá fríggjadegnum 13. mars og fram til og við fríggjadagin 17. apríl var virksemi á dagstovnaøkinum kring landið munandi skert, orsaka av corona-tiltøkunum, sum landsmyndugleikarnir settu í verk. Dagstovnaøkið hevði tó tilboð um neyð-ansing og vóru tað fleiri sum brúkti hetta tilboð, eisini í Vágs kommunu.

Spurningurin um foreldragjald á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu varð viðgjørt á býráðsfundinum mánakvøldið. -Og var tað eitt samt býráð, sum tók undir við, at onki foreldragjald skal krevjast fyri hendan mánaðin dagstovnaøkið varð afturlatið ella bara hevði neyð-ansing.

Vit meta ikki at tað er rætt at krevja gjald frá teimum foreldrum, sum hava brúkt neyð-ansingar-tilboðið, tí tey hava verið noydd at røkja síni størv á m.a. heilsuøkinum og eldraøkinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Og av somu orsøk hava vit gjørt av, at øll foreldur fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum.

Hetta merkir, at onki gjald foreldragjald verður kravt gjøgnum gjaldsskipanina í mai og foreldur á tann hátt fáa endurgoldið gjaldið, sum tey hava goldið fyri tíðarskeiðið mars/apríl.

Facebook viðmerkingar