Corona: Dagstovnaøkið letur enn meiri upp

Løgmaður boðaði í farnu viku frá, at ferð aftur skal setast á samfelagið, hetta frá í dag, mánadegnum 4. mai at rokna. Eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla.

Frá mánadegnum kunnu vit eisini savnast í størri bólkum enn fyrr – tó í mesta lagi 50 fólk.

Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð sagt, at kommunurnar saman við Koronaráðgevingini eru farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn so skjótt sum møguligt.

Broytingin, at til ber at savnast í størri bólki upp til 50 fólk, merkir, at øll børn og starvsfólk undir skipaðum viðurskiftum nú kunnu møta á stovninum í einstøku stovuni, tey hoyra til.

Mælt verður tó framhaldandi til, at børnini verða skipað í smærri bólkar, og at bólkarnir í tann mun tað er møguligt eru fyri seg sjálvan ígjøgnum dagin. Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun tað er møguligt eru uttandura, so at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.

Kommunurnar/dagstovnarnir skulu skipa sítt virksemi so væl sum gjørligt innan teir karmar, sum dagstovnurin hevur. Tað eru bæði viðv. hølum og starvsfólkum. Arbeitt verður við dagføra vegleiðingarnar frá Koronaráðgevingini, men fyri fyrst er verandi vegleiðing galdandi og óbroytt. Væntandi kemur dagførd vegleiðing frá Koronaráðgevingini í komandi viku.

Facebook viðmerkingar