Siglt og koyrt verður sambært “vanligari” ferðaætlan frá 9. mai við ymsum avmarkingum

Leygardagin 9. mai fara allar Oyggjaleiðir at sigla sambært “vanligari” ferðaætlan. Leið 7 siglir tó ikki fyrsta túrin kl 07:00 úr Havnini, men byrjar at sigla av Krambatanga kl 09:30. Ferðafólkatølini verða framvegis avmarkaði, og tilmæli um frástøðu skulu haldast. “Vanligar” ferðaætlanir eru hesar: Leið 7leið 56leið 58leið 60leið 66 og leið 90.

Bygdaleiðir í fullari ferðaætlan við skerdum plássum og fyribils tilmeldingarskipan
Frá leygardegnum 9. mai verða Bygdaleiðir eisini settar til “vanliga” ferðaætlan. Tó sleppa bara:
• 9 ferðandi við stóru bussunum
• 5 ferðandi við miðalstóru bussunum
• 3 ferðandi við lítlu bussunum
Sí meira fyri hvørja einstaka bygdaleið í í ferðaætlan fyri Bygdaleiðir.
Tilkalliskipanin verður skift út við eina tilmeldingarskipan, soleiðis at bara ferðandi, sum hava melda seg til eina leið dagin áðrenn klokkan 19:00, sleppa við bussunum dagin eftir.

Billettering
Tað ber framvegis bert til at gjalda við SSL korti á Bygdaleiðum. Meira kunning her
Heitt verður á ferðafólk um at rinda við SSL kortum umborð á ferjunum eisini.

Facebook viðmerkingar