NSÍ vann 3-1 á TB

Málslúkurin hjá NSÍ var aftur á blettinum í dag, tá NSÍ vann 3-1 á TB.

Tað var annars Aron Knudsen sum í 8. minutti legði NSÍ á odda 1-0. Klæmint Olsen gjørdi tað til 2-0 í 24. minutti og Betuel Hansen legði NSÍ framum 3-0 í 86. minutti.

Rógvi Joensen minkaði um munin til 3-1 í yvirtíðini.

Facebook viðmerkingar