Álit og bjartskygni heldur enn ótta og mistreysti

Við hesum skal ein samd nevnd boða frá, at Starvsmannafelagið undir ongum umstøðum fer at ganga á møti áheitan landsstýrisins um at ógilda galdandi sáttmála og harvið at fara niður í løn.

Felagið viðurkennir, at koronafarsóttin hevur við sær búskaparligar avleiðingar, serliga innan tænastu- og ferðavinnuna. Men samstundis hevur búskaparfrøðin greitt víst á, at føroyski búskapurin er væl fyri, tí fólkið í Føroyum hevur bjálvað búskapin til verri tíðir. So hetta eigur fólkið at kenna fløvan av nú.

Starvsmannafelagið mælir tí staðiliga frá at senda rokningina niður til vanliga løntakaran. Tvørturímóti skal hesin eggjast til at økja nýtsluna og eftirspurningin her heima, til tess at varðveita sterka búskapin. Og landsins leiðsla eigur at fylgja búskaparfrøðiligu tilmælunum í støðum sum hesari við eitt nú lántøku og at seta í verk arbeiðsskapandi tiltøk kring landið.

Felagið vil staðiliga ávara ímóti, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við sínum retorikki tosar eina búskaparkreppu í gongd, tá hann alment staðfestir, at Føroyar eru í djúpari búskaparkreppu. Slíkt skapar ótta, spjaðing og mistreysti, og økir vandan fyri, at fólk og fyritøkur seta fótin á fíggjarligu bremsuna. Vísast kann á onnur lond, har politiski myndugleikin leggur seg eftir at styrkja savningarmegina, og at skapa álit og bjartskygni gjøgnum munagóðar hjálparpakkar. Hetta uppliva vit tíverri ikki frá politiska myndugleikanum her heima í løtuni.

Starvsmannafelagið er millum fyrstu feløgini, sum hava gjørt semju um nýggjan sáttmála. Gekk felagið áheitan landsstýrisins á møti um at ógilda hendan sáttmála, og harvið at góðtaka ein lønarmiss, hevði hetta eisini lagt støði undir tær mongu samráðingar, sum standa fyri durum, bæði á almenna, kommunala og privata arbeiðsmarknaðinum. Felagið ynskir sjálvsagt ikki at verða nýtt sum jarnbrot í slíkum spjaðandi leiki, ið hevði drigið megina úr føroysku fakfelagsrørsluni og frælsa samráðingarrættinum.

Harafturat harmast felagið almikið um útsagnir landsstýrismansins um, at nú mugu limir felagsins vísa hógv og samfelagssinni. Vit meta, at okkara limir, eins og allir aðrir føroyingar, longu hava víst samfelagssinni og hógv í hesum trupla tíðarskeiði – og at hetta er høvuðsorsøkin til, at vit í dag, helst sum einasta landið í heiminum, eru koronafrí.

Ein samd nevnd vil tí nýta høvi til at takka øllum føroyingum og serliga limum okkara, sum í mongum førum hava staðið í frontlinjuni í stríðnum móti korona. Mong hava arbeitt meira enn nakrantíð, og hava sett seg sjálvi og familjulívið til viks. Eitt nú á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, í Kringvarpinum, sum dagrøktarar, í sjúkraflutningstænastuni og sum læknaskrivarar, á elli- og røktarheimum og sum siglandi fólk. Ella sum partur av liðiliga og lagaliga hópinum, sum frá degi til dags flutti arbeiðsplássið heim ella røkti aðrar týðandi samfelagsuppgávur, so hjólini skuldu ikki steðga upp. Takk fyri, at tit vístu bæði hógv og samfelagssinni – tað eiga tit fulla løn uppiborna fyri.

Vegna Starvsmannafelagið

Súni Selfoss, formaður

Facebook viðmerkingar