Næmingar í Tvøroyrar skúla bakað til tey eldru

Tíðindi

Tvøroyrar Skúli: Aftur í ár hava okra næmingar bakað og gjørt jólakort til okra eldru, sum eru yvir 80 ára gomul.

Eisini hava tey gjørt gávur, kort og køkur til búfólkini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.

Fyrrapartin í dag hava okra fittu ungdómar verið runt í býnum og vitjað við gávunum.

Næmingarnir komu aftur í skúlan við stórum smílum, tí tey høvdu møtt so nógvum fittum og blíðum fólkum, sum øll tóku sera væl ímóti teimum.

Facebook viðmerkingar