Starvsfólk heiðrað í Tvøroyrar kommunu

Mánadagin vórðu 6 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði starvsfólkunum gávu og blómutyssi, á hugnaligari samkomu í býráðssalinum.  

Tey, ið vóru heiðrað, vóru hesi:

15 ár: Anne-Mie Johansen, námsfrøðingur í Mýrifípuni, og Hansine Brandt, hjálparfólk í útibarnagarðinum. 

20 ár: Bára Strøm, námsfrøðingur í Mýrifípuni -vantar á myndini. 

25 ár: Jennie Debes, skrivstovufólk í bókhaldinum 

30 ár: Fanny Nielsen, Sólfríð West, og Mikkalina Simonsen, allar hjálparfólk í Mýrifípuni.  

Siðvenja er, at fólk, ið hava verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár, verða heiðraði við eini gávu og einum blómutyssu. Tvøroyrar Kommuna ynskir á henda hátt at lata eina viðurkenning fyri trúgva tænastu fyri kommununa. Viðurkenning verður latin hvørt fimta ár yvir 15. starvsár.  

Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Facebook viðmerkingar