Rani Nolsøe útgávukonsert í Glasstovuni fríggjakvøldið

Útgávutiltak í Glasstovuni fríggjakvøldið 12. juni klokkan 21:00.

Vælkomin til eina hugnaliga kafé konsert, har vit fara aftur til byrjanina, tá Rani sat við gittarini og komponeraði sangirnar og fram til endaliga úrslitið í samstarvi við Introvers Studio. 

Eisini sigur Rani frá áhugaverdu søgunum á leiðini.
Eftir eina langa karrieru í superbólkinum Frændur, við seks útgávum á baki, er Rani nú aktuellur við síni fyrstu solo útgávu ‘Ókendar leiðir’.

‘Ókendar leiðir’ er ein samling av sterkum søgum, ílatin lagvakra tónleikin hjá Rana, harímillum ‘Ein sangur til tín’, sum er skrivaður til minnis um vinmannin Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran dag síðst í oktober 1990.  

Í samband við útgávutiltakið í Glasstovuni fæst nýggja fløgan til keyps og Rani signerar.

Facebook viðmerkingar