TB víðari, FC Suðuroy úti av Løgmanssteypinum

TB vann seinnapartin ónsdagin 1-0 á ÍF á heimavølli við Stórá í kappingini um Løgmanssteypið. Málið hjá TB gjørdi Ndende í 45. minutti.

FC Suðuroy var ónsdagin á útivølli vesturi í Vágum ímóti 07 Vestur. Og við tað at FC Suðuroy tapti 1-3, so er FC Suðuroy úti av kappingini um Løgmanssteypið. Málið hjá FC Suðuroy gjørdi Dávid Lisberg.

Facebook viðmerkingar